Hissiniloyvi

Umsókn um hissiniskeinkiloyvi skal sendast Loyvisnevndini á loyvisnevndin@rusan.fo

Gevið gætur: Fyri at tryggja, at umsóknin verður viðgjørd, skal umsóknin vera Loyvisnevndini í hendi í seinsta lagi 5 yrkadagar fyri, at  tiltakið verður hildið. Verður umsóknin latin Loyvisnevndini eftir hesa freist, kann Loyvisnevndin ikki tryggja, at umsóknin verður viðgjørd.

Við einum hissiniloyvi er loyvt at skeinkja øll sløg av rúsdrekka. Er talan um uttandura tiltak er tó bert loyvt at skeinkja rúsdrekka við í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi. Eitt hissiniloyvi er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi.

Umsøkjarin skal senda Loyvisnevndini skrivliga váttan, har loyvishavari váttar at standa fyri skeinkingini. Um loyvishavarin sjálvur søkir, skal váttan frá fyriskipara sendast Loyvisnevndini.

Eitt hissiniloyvi er harumframt treytað av, at øll onnur loyvi eru fingin til vega. Talan er vanliga um dansiloyvi frá Løgregluni, eins og talan kann vera um váttan frá brunamyndugleika og loyvi frá kommunu ella grundeigara, um tiltakið fer fram uttandura.

Ein umsókn um hissiniskeinkiloyvi skal innihalda hesar upplýsingar:

  • Hvør stendur fyri tiltakinum, t.d. ein einstaklingur, eitt ítróttarfelag, eitt bygdafelag el. tíl.
  • Hvar verður tiltakið, t.d. eitt bygdar- ella samkomuhús, ein ítróttarhøll el. tíl.
  • Nær er tiltakið, t.e. dagfesting og upp- og afturlatingartíð.

Fríggja- og leygarkvøld er skeinkingartíðin vanliga til kl. 03:45, tá ið skeinkingin skal enda. Skeinkingartíðirnar eru ásettar í politiviðtøkunum fyri ávikavist Tórshavnar kommunu og landkommunurnar. Loyvisnevndin hevur ikki heimild at víkja frá hesum.

Er talan um at skeinkja aðrar tíðir (t.e. gerandisdagar og sunnu- og halgidagar, sí niðanfyri), skal tiltakið enda kl. 23:45 í Tórshavnar kommunu og 22:45 í øllum øðrum kommunum. Loyvisnevndin hevur ikki heimild at víkja frá hesum.

Ávísar dagar í árinum eru serligar reglur galdandi, t.e. kvøldini undan serligu halgidøgunum. Víst verður til § 5 í halgidagslógini (Konglig fyriskipan nr. 441 frá 21. november 1923 om den Offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage), ið er soljóðandi: "Offentlige Forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter Kl. 6."

  • Hvør stendur fyri skeinkingini. Sambært rúsdrekkalógini skal ein loyvishavari standa fyri skeinkingini, t.e. ein, sum frammanundan hevur eitt skeinkiloyvi. Í einstøkum, heilt serligum, førum ber til at víkja frá hesum kravi, men bert um tað ikki ber til at fáa ein loyvishavara at standa fyri skeinkingini.
Seinast dagførd 27/05/2016, 7:31:40.