Um Loyvisnevndina

Loyvisnevndin veitir skeinkiloyvi, hissiniskeinkiloyvi, matstovuloyvi og duravarðaloyvi.

Loyvisnevndin hevur 5 limir, ið verða tilnevndir av landsstýrismanninum í vinnumálum. Í Loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, ið er formaður, eitt umboð fyri løgregluna, eitt umboð fyri Fólkaheilsuráðið, ein grannskoðari og eitt fólk við hollum kunnleika til hotel- og matstovuvinnuna, ið tó ikki sjálvt skal vera vinnurekandi innan hetta yrki.

Seinast dagførd 18/03/2021, 10:11:36.