Loyvisnevndin er í summarfrí frá 17. juli til og við 9. august 2023

 

 

Umsókn um skeinkilovi til støk tiltøk / hissiniskeinkiloyvi summarið 2023

Umsóknir um skeinkiloyvi til støk tiltøk (hissiniskeinkiloyvi) fyri summarið 2023 skulu vera Loyvisnevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juli 2023. Umsóknir skulu sendast Loyvisnevndini við telduposti til loyvisnevndin@rusan.fo.

 

Oyðublað til hissiniskeinkiloyvi fæst HER

 

 

Yvirlit yvir upplatingartíðir, skeinkingartíðir o.a. serligar dagar sæst HER

Við matstovulógini (løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018) um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi) vórðu reglurnar um skeinking og skeinkiloyvi fluttar úr rúsdrekkalógini. Samstundis eru reglurnar broyttar soleiðis, at matstovuloyvi nú skal søkjast frá Loyvisnevndini og ikki politinum. Afturat hesum eru nýggjar reglur komnar um duravørðar, hissiniskeinking o.a. Í summum førum er talan um størri broytingar, og fleiri viðurskifti eru nú øðrvísi enn frammanundan.

Eru spurningar um skeinkiloyvi, hissiniskeinkiloyvi, matstovuloyvi, duravørðar o.a. ber til at venda sær til Loyvisnevndina á teldupostinum loyvisnevndin@rusan.fo

 

 

Samband

c/o Rúsdrekkasøla Landsins
Skálatrøð 14
Postsmoga 3069
FO-110  Tórshavn

Telefon: 340400

Telefonin svarar:
mánadag til hósdag frá kl. 8:00 til kl. 15:00
fríggjadag frá kl. 8:00 til kl. 14:00

Teldupostur: loyvisnevndin@rusan.fo